Leigubilar

Vit hava bilar í øllum støddum, ið til ber at leiga. Fyll oyðiblaðið út og vit venda aftur við tilboðið.

Lítil persónbilur

Stórur persónbilur

SUV

Sport

Treytir

  • Við innlating skal leigubilurin hava í minsta lagið somu mongd av brennievni, sum við byrjan av leiguni. Verður hetta kravið ikki fylgt verður kravt ómaksgjald á 250 kr. umframt kostnaðin av manglandi brennievni.
  • Royking í leigubilum er strangliga bannað.
  • Avrit av koyrikortið og gjaldskortið hjá leigara verður verður tikið við heintan.
  • Til ber at hava fleiri førarar av leigubilinum, kostnaðurin fyri hvønn eyka førara er 250 kr. fyri hvørja leigu.
  • Um koyrt verður ígjøgnum gjaldsvegir sum undirsjóvartunlar hevur leigarin ábyrgd at boða frá. Tunnilsgjøld verða løgd afturat leigukostnaðinum.
  • Boðar leigari ikki frá møguligum tunnilsgjaldi verður kravt eykagjald á 150 kr..
  • Allir leigubilar eru tryggjaðir við 8.000 kr. í sjálvsábyrgd.
  • Um leigubilurin er við í einum ferðsluóhappi, hevur leigarin ábyrgd at boða løgreglu, trygging og útleigara frá. Um leigarin hevur ábyrgd av óhappinum verður sjávlsábyrgdin á 8.000 kr. løgd afturat leigukostnaðinum.
  • Leiga av bili skal gjaldast tá leigan byrjar, um ikki annað er avtalað frammanundan. Tikið verður ímóti kort og reiðum peningi.
  • Ein leigudagur er 24 tímar frá byrjan av leiguni. Verður leigubilurin latin inn ov seint er neyðugt at gjalda fyri ein dag afturat.
  • Til ber at heinta og lata leigubilar inn millum kl. 09:00 og 17:00 mánadag til fríggjadag.
  • Heintingar- / innlatingarstaður er hjá Nordbil, Oyggjarvegur 40, 100 Tórshavn