Nýggi landsliðsvenjarin fær nýggjan Hyundai Tucson við á vegnum

Nýggi venjarin hjá danska fótbóltslandsliðnum, Åge Hareide, byrjaði 1. mars. Hansara uppgáva er at fáa landsliðið við til HM 2018. Hyundai, sum sponsorerar DBU, tryggjar at hann verður væl koyrandi - allan vegin - við tí nýggja, virðislønta SUV'num, Hyundai Tucson.

1. mars varð eitt vegamót hjá donskum fótbólti. Mortan Olsen, sum hevði vant landsliðið í heili 16 ár, takkaði fyri seg, og norrmaðurin Åge Hareide, tók við rórinum. Åge Hareide hevur fyrr havt góð úrslit við Brøndby, Rosenborg og Malmø FF.

Tá Åge Hareide tók við, var Hyundai Danmark sjálvandi á staðnum og handaði honum lyklarnar til ein spildurnýggjan Hyundai Tucson.

Hyundai Tucson, sum júst er komin á marknaðin, er ein sporligur SUV við bæði kraft og tign - ein sera hóskandi mynd av spælistílinum, sum Danmark hevur slóða fyri í mong ár, og sum Åge Hareide uttan iva fer at føra víðari.

Tað fer uttan iva eisini at telja sum pluss, at Hyundai Tucson er ein bilur, sum kom væl frá byrjan. Bilurin er millum mest seldu SUV'ar í Evropa og hevur fyri kortum fingið viðurkendu heiðurslønina, IF Design Award. Åge Hareide var eisini glaður og nøgdur, tá hann kundi enda dagin við einum túri nýggja SUV'num. Hyundai Danmark er eisini sera nøgdir við handanina.

"Hjá Hyundai meina vit tað, tá vit siga, at vit eru við allan vegin. At Åge Hareide nú koyrir ein nýggjan Hyundai Tucson er ein nátúrligur partur av tætta samstarvinum, sum vit hava við DBU og landsliðið. Eisini meta vit, at vit og sterkasti og mest fólksligi ítrótturin í Danmark, hóskar sera væl saman við Hyundai hugsjónunum", sigur Annegrethe Skovby, tíðindastjóri hjá Hyundai Bil Import A/S.




Honda Hands

05. Jul 2013

...

les meir

Kanningar vísa at Honda hevur teir bestu motorarnar

31. Jan 2013

Enska tryggingarfyritøkan Warrently Direct hevur nýliga kunngjørt eina stóra kanning av motorum í brúktum bilum.Eitt sindur skakandi fyri vesturlendingar er, at stóru sterku merkini sum...

les meir

Upplatingartíðir:

Mánadag til Fríggjadag:
Kl. 9:00 til 17:00
Leygardag:
Eftir avtalu - ring 210101 ella 210505